Saltsiloin: Leiklistafrøðingur ivast í verkætlanini

Mikkjal Helmsdal, leiklistafrøðingur, heldur ikki, at uppleggið hjá verkætlanarbólkinum handan Saltsiloina inniheldur nakra veruliga og haldbara virksemisætlan, sum kann sigast at vera eitt sakligt og fakliga haldgott grundarlag at byggja eina avgerð um stuðul á.

Virksemisætlanin er meira ein hugleiðing ella fantasti enn ein ítøkilig ætlan, heldur hann.

 

- Men enn havi eg ikki sæð nøkur saklig argument, og eg havi ikki sæð eina sannførandi ætlan fyri virksemið, sum ger tað sannlíkt, at Saltsiloin á Drelnesi verður annað enn eitt tómleikans tempul ? mentanarliga sæð, skrivar Mikkjal Helmsdal í bloggi.

 

Les meira her:

 

 

listinblog.blogspot.com/2011/04/hvar-er-mentarpolitiska-rafestingin.html