Saltsiloin fær 20 milliónir í fíggjarlógaruppskotinum

Uppskot til fíggjarlóg er nú greitt. Og greitt er eisini, at sambært uppskotinum verða 20 milliónir settar av til verkætlanina at gera saltsiloina á Drelnesi til mentanarhús. Hetta verður gjørt soleiðis, at 6 milliónir verða settar av til ætlanina á fíggjarlógini fyri 2011, og síðani verða 7 milliónir settar av í 2010 og aftur 7 milliónir í 2013. Í alt 20 milliónir.

Uppskotið til fíggjarlóg skal til viðgerðar í løgtinginum og fíggjarnevnd, so okkurt kann óivað broytast, men fyribilstølini gleða óivað tey, ið hava vónir til Projekt Salt.