Saltsiloin endaliga samtykt

Í nátt samtykti Løgtingið endaligt at stuðla saltsilo-verkætlanini við 20 milliónum.

Við 19 atkvøðum fyri og 13 ímóti samtykti Løgtingið í nátt við triðju viðgerð uppskotið um at stuðla Saltsiloina

Tað skrivar suðuroyarportalurin, Suðurrás.

Sostatt er greitt, at Saltsilogrunnurin fær 20 milliónir krónur frá landinum til at byggja eitt nýtt konserthús á Drelnesi.

Eitt ávíst ivamál hevði annars tikið seg upp um, hvør skal rinda eventuellan meirkostnað av byggingini.

Men formaðurin í Saltsilogrunninum, Ólavur Rasmussen, vissaði í vikuni fíggjarnevndina um, at Saltsilogrunnurin ikki fer at biðja um fleiri almennar pengar, um tann støðan skuldi tikið seg upp:

?...møguligar óvæntaðar útreiðslur eru viðuskifti, ið grunnurin má finna loysnir á, uttanum løgtingið. Hetta eru eisini viðurskifti ella fyritreytir, ið Mærsk-grunnurin er vitandi um?, stendur m.a. í brævinum, sum Ólavur Rasmussen skrivaði fíggjarnevndini 9. mei.