Saltsilo í øðrum ljósi

Ivamál, spurningar og gitingar hava verið uppi at venda í sambandi við Siloverkætlanina á Drelnesi, men nú ætlar grunnurin, at verkætlanin skal síggjast í øðrum ljósi. Saltsilogrunnurin hevði nú bjóðað umboðum fyri fjølmiðlarnar til kunnandi løtu í Naddoddaneystinum á Tvøroyri, hósdagin 24. mars.

 

Ólavur Rasmussen sigur, at orsøkin til átakið er, at ivamál, spurningar og gitingar hava verið uppi at venda í sambandi við verkætlanina.

 

Tá fjølmiðlafólkini eru komin á Krambatanga umleið klokkan 11.30 hósmorgunin, verður fyrst farið ein lítlan túr inn í Saltsiloina, har Tróndur Enni og Eyðun Nolsøe framføra eitt lag.

 

Siðan verður farið í Naddoddaneystið, har kunnað verður um verkætlanina, og høvið verður at seta spurningar.

 

Smyril siglir av aftur Krambatanga klokkan 15.30.