Eitt sindur aav orðaskifti hevur verið um saltsiluna á Drelnesi og hvussu skilagóð tann íløgan er.
Men arbeitt hevur verið nú í langa tíð og eftir ætlan, so skal hon takast í brúk í 2016.
Fyri at fáa raksturin at hanga saman, so lovaðu allir floksformenn, at landið skal gjalda ein aprt av rakstrinum - tilsamans lovaðu teir at lava tvær og eina hálva milljón um árið.
Nú tað vísir seg, at saltsilan verður klár at taka í brúk konmandi ár, so er eisini peningur settur av til rakstruin. Í álitinum til fíggjarlógina stendur, at komandi ár eru 1,9 milljónir settar av til raksturin og at floksformennirnir við hesum hava hildið avtaluna um ískoyti til raksturin.
Tær 2,5 milljónir krónurnar eru játtaðar til eitt heilt rakstrarár.