Nú hevur fyritøkan fingið eitt prinsipielt byggiloyvi frá Nes kommunu.
Ætlanin er at byggja ein saltsølubygning, sum verður 40 ferðir 40 metrar til støddar.
Bygningurin verður skipaður í tveimum, harav annar teirra verður sjálv saltgoymslan og hin ein høll við skrivstovu, goymslu og øðrum, ið hoyrir til eina slíka saltsølu.
Á fundi við bygdaráðið upplýsti stjórin í Saltsøluni, Magni Johannesen at leigan á verandi saltsølu í Havn gongur út um júst tvey ár – tað er: í oktober 2009.
Tí er neyðugt at bygningurin verður liðugur til ta tíð. Væntandi tekur tað einar seks mánaðir at byggja eina slíka saltsølu.
Saltsølan umsetur eini 17.000 tons av salti um árið. Saltið kemur til landið við skipum og tí er neyðugt at gera eina atløgusíðu framman fyri bygningin.
Eftir at málið hevði verið fyri í teknisku nevnd í Nes kommunu, varð tað samtykt á bygdaráðsfundi herfyri.