Í morgin verður stóra tónleikabrakið í saltsiloini á Drelnesi. Arbeitt verður hevur verið við at ljóðdoyva stóru høllina og arbeitt verður nú við palli og øðrum. Nógv er at taka sær av. Tjøld verða sett upp, so fólk kunnu hugna sær har og fáa okkurt at stilla sær svongd og tosta.
Skjóttgangandi báturin Scorpion fer at sigla aftur og fram um fjørðin eftir konsertina í annaðkvøld, so fólk sleppa frá at ganga um allan fjørðin, um tey ætla sær at vitja býarlívið á sjálvum Tvøroyri eftir konsertina, ella tey bara skulu til hús.
Fyrr í vikuni frættist, at langt yvir 1000 atgongumerkir vóru seld, og nú ljóðar, at tað tykist, sum fer talið at nærkast teimum 1500, sum rúm er fyri, men enn eru tó atgongumerkir eftir.
Ein av gestunum á konsertini verður Helle Thorning-Schmidt, forkvinna í danska javnaðarflokkinum. Hon er í hesum døgum gestur hjá føroyska javnaðarflokkinum.
Konsertin leygarkvøldið er stuðulkonsert til frama fyri at gera siloina til altjóða mentanarpall. Fleiri av Føroya fremstu tónleikarum luttaka.










