Fiskivinna
Eiði:
Saltfiskagoymslurnar í Føroyum eru vaksandi, tí meira verður arbeitt av saltfiski, enn flutt verður út. Eingin virkisleiðari, Sosialurin hevur tosað við, sigur seg tó stúra fyri gongdini.
Saltfiskamarknaðurin í Suðureuropa er minkandi. Lutvíst tí fólk leggja matvanar um. Men eisini kann ein grund vera, at meginparturin av ES skifti valuta fyrr í ár, og fólk ikki enn hava vant seg við nýggja peningin.
Møguliga kenna fólk seg ikki heilt trygg við hendan nýggja valutan og duga ikki reiðiliga at rokna prísirnar um. Tí gerast tey kanska eitt sindur varin við, hvat tey keypa, verður ført fram.
Virkisleiðarar, Sosialurin hevur tosað við, halda, at framleiðslan í Føroyum er heldur meira í ár enn undanfarin ár. Men ikki so stór kortini, at tað skal gera nakran mun.
Hinvegin gongur tað seinni undan við útflutninginum, enn tað fyrr hevur gjørt. Tað kemst av, at goymslurnar í Europa eru í meira lagi, og soleiðis verða tær føroysku eisini størri, enn gott er, siga teir.
Páll Gregersen, stjrói á fiskavirkinum í Gøtu, sigur, at har arbeiða tey somu nøgdir, sum tey plaga, men tað fer nakað minni av landinum hvørja viku. Tað ger sjálvandi størri goymslur, sum so aftur helst fer at ávirka prísin nakað. Hann metir, at saltfiskaprísurin er lækkaður eini 10 prosent.
?Vit eru eitt sindur varnir og hava ikki arbeitt tað heilt stóra av saltfiski, sigur Petur Mohr, virkisleiðari á Norðís á Eiði.
Hann sigur, at har hava tey tamarhald á støðuni og fylgja gjølla við, hvussu útlitini eru.
Hann væntar nakað minni av saltfiski á virkinum eftir páskir, tí sum er, eru útlit fyri, at tað ikki verður bati í marknaðinum beinanveg.
Petur Mohr heldur eina orsøk til fallandi marknaðin millum annað vera, at fólk eru við at skifta matvanar suðuri í Europa.
?Saltfiskaprísurin hevur verið sera høgur, og fólk eru ivaleyst farin at eta annað enn fisk. Eitt nú høsnarungar ella annað, sum fæst væl bíligari enn fiskur.
Um so er, skal ikki roknast við at tey leggja um aftur beinanveg, hóast saltfiskaprísurin lækkar eini 10 prosent ella so. Tað skal nógv størri lækking til, fyrr enn fók aftur fara at velja fiskin fram um tað, tey nú eru farin at brúka, heldur hann.
Hann vísir á, at í fjør varð toskur III keyptur fyri 25,- krónur kg., meðan prísurin í hesi vikuni var einar átta krónur.
Tað ger ikki nakra stóra sølu beinanveg, sigur hann, tí væntast kann, at teir, sum hava stórar goymslur við dýrum fiski í eitt nú Spania, vilja selja tær fyrst, áðrenn teir keypa nýtt.
Petur Mohr væntar ikki, at føroyingar fara at arbeiða saltfisk til at hava liggjandi á goymslu, hóast fiskurin kanska fæst bíliga her í Føroyum.
?Føroysku fyritøkunar eru smáar og hava ikki ráð at binda fisk á goymslu, sigur Petur Mohr, virkisleiðari á Norðís á Éiði, sum væntar, at fiskaprísurin sum heild kann fara at lækka nakað í framtíðini.










