Tað verður ein køld uppliving at renna hálvt marathon í Klaksvík í dag, men áhugin fyri at verða við er stórur.
Í dag verður fyri fyrstu ferð runnið hálvt marathon í Klaksvík. Talan er bæði um FM-kapping og um motiónsrenning, og hugurin at verða við er góður. 160 fólk fara at luttaka í renningini, sum byrjar kl. 14.00 seinnapartin.
Men tað verður ein køld høgættaruppliving at renna í dag. Tað er hvítt í Klaksvík, og tað er kaldur vindur av norði og útnyðringi, og stundum er eisini nakað av heglingi í luftini. Sólin hevur tó eisini kagað fram onkra løtu. Veðurstovan YR sigur, at tað verður 12 m/sek av norði og útnyðringi seinnapartin við sólglottum og ælaveðri. Hitin fer at liggja millum 2 og 5 stig.
Renningin verður inni í Klaksvík, og rennarar skulu renna ein tein tríggjar ferðir. Vegirnir eru svartir, men fyrrapartin hevur ein maskina saltað onkran tein, har rennast skal.
- Luttøkan er nógv størri enn væntað, og tað eru vit sera, sera fegin um, sigur Guttorm Sørensen, rennari og nevndarlimur í felagnum Treysti, sum skipar fyri renningini í dag.
Startur og mál verður við Gamla Kirkjugarð í Vágstúni í Klaksvík. Byrjað verður kl. 14.00, og heiðursmerkjahandan verður kl. 16.30.