Salta bara í brekkum

Eysturkommuna hevur neyvar reglur um, hvussu gravast og saltast skal, tá kavi er.

Í vanligum kavaveðri taka maskinurnar hjá Eysturkommunu sær av ruddingini. Tá talan er um stórkava, verður hjálp tilkallað uttanífrá.

 

Eysturkommuna veit at siga, at tá kavi verður ruddaður í kommununi, er tað eftir teirri raðfesting, at fyrst verður ruddað, har bussleiðin koyrir, og har sambýlini eru.

 

- Síðan verður ruddað á vegum, har skúlar, stovnar og annað slíkt er, og tá tað er gjørt, verður farið til vegir, sum liggja til vinnuøki.

 

Seinast í raðfestingini koma vegirnir á sethúsaøkjum.

 

Eysturkommuna saltar eisini eftir somu raðfesting sum við kavaruddingini, men her er tað tó bara brekkurnar, sum verða saltaðar.

 

- Maskinurnar eru stórar, og trongt er at grava. Tí er umráðandi, at maskinurnar fáa frið og pláss at arbeiða.

 

Heitt verður eisini á borgararnar í Eysturkommunu um at hugsa seg um, hvar bilarnir verða settir, tá kavi legst.

 

- Gott hevði verið, um borgarin grevur fyri egnum bili, so hann fæst av vegnum. 

 

Eysturkommuna hevur eisini saltkassar ymsastaðni, sum borgararnir í kommununi kunnu taka av eftir tørvi.

 

Myndina eigur Landsverk.