SALT verður reist í morgin

Fríggjadagin verður reisigildi á Drelnesi, tí saltsiloin, ið hevur nýggjar bogar, verður reist.

Í morgin verður hátíðardámur á Drelnesi.

Saltsiloin, ið verður gjørd til altjóða mentanarhús, hevur fingið nýggjar stálbogar, og í morgin verður reisigildi.

Hetta hendir seinnapartin í morgin.

 

Gomlu bogarnir vóru stoyptir.

Saltsiloin á Drelnesi fer at fáa sína upprunaligu útsjónd aftur. Bæði tann eyðkendi kassin og tornið, sum vóru í endanum, koma uppaftur.

 

Saltsiloverkætlanin hevur 58 milliónir krónur at arbeiða við, og tað skal ætlanin haldast innan fyri, hevur  Ólavur Rasmussen, formaður í Saltsilogrunninum, áður sagt alment. 

 

 

(Mynd: Martin S. Eidesgaard)