Salt verður ein inntøka fyri samfelagið

Setir landskassin 20 milliónir í saltsilo-verkætlanina, verður tað ein beinleiðis inntøka fyri samfelagið, staðfestir Jóannes Eidesgaard, sum hevur verið landsstýrismaður í fíggjarmálum í fleiri ár. Hann staðfestir, at verkætlanin kostar 58 milliónir krónur.

Ein tummilsregla sigur, at runt roknað fara einar 30 milliónir krónur at verða útgoldnar í lønum í sambandi við byggingina.

Ein onnur tummilsregla sigur, at av eini løn upp á 30 milliónir, enda tær 15 aftur í landskassanum og í kommunukassunum í skatti.

Harafturat fer nakað uttan iva eisini at enda í landskassanum sum mvg og øðrum avgjøldum

Sostatt er tað greitt, at tær 20 milliónirnar, løgtingið skal játta í stuðuli til ætlanina, koma allar inn aftur í skattum og avgjøldum.

Harafturat kemur so allur vinningurin og allur trivnaðurin, vit fáa av at fáa ein glæsiligan bygning á Drelnesi, legði hann afturat.