SALT stongt vegna vatnskaða

– Sjálvur vatnskaðin er bøttur, men enn vita vit ikki, hvørja ávirkan hann hevur havt

Eftir ætlan skuldi SALT lata upp aftur mikudagin 19. august, men vegna vatnskaða í kjallaranum, er upplatingin fyribils útsett. Hesum boðar SALT frá í dag.

– Sjálvur vatnskaðin er bøttur, men enn vita vit ikki, hvørja ávirkan hann hevur havt á tað elektronisku útgerðina í kjallaranum. Tí fáa vit ikki sagt neyvt, nær vit lata upp aftur, sigur SALT.

– Arbeitt verður av øllum alvi at gera húsið klárt at taka ímóti gestum, og vit kunna nærri, so skjótt vit vita meira.