SALT á pall aftur

4. desember verður SALT at hoyra í Løkshøll í Runavík

Sangbólkurin SALT, sum var sera virkin frá 1999 til 2008, fer nú aftur á pall - fyri fyrstu ferð í smá 9 ár. Talan er um konsert, ið verður í Løkshøll í Runavík tann 4.desember klokkan 16. SALT, ið einamest var kendur fyri sín sermerkta acapellasang gav tvær fløgur út. Tann fyrra kom í 2004, og tann seinna í 2007. Á fløgunum var býtið millum acapellasang og sang við tónleiki tó javnt býtt.

 

Serliga munnu mong minnast á sera væl dámda sangin 'Beauty', ið var á fyrru fløguni - ein sangur ið framvegis er nógv at hoyra í loftmiðlunum. Felags fyri sangirnar annars var, at teir allir bóru ein kristnan boðskap. Hans Poulsen framleiddi báðar fløgurnar.

 

Á konsertini í Løkshøll verður fyrst og fremst tilfar av fløgunum framført, men annað tilfar verður eisini at hoyra. Dentur verður serliga lagdur á acapellasangin, men nakrir av væl kendu poppsangunum verða eisini við.

 

Hans Poulsen fer at taka sær av tónleikaliga partinum saman við góðum tónleikarum.