Salt kryddar jólakonsert

MC Restorff, Salt og Petsi Tvørfoss syngja sunnudagin á jólakonsert, sum verður í ítróttarhøllini á Kambsdali

Tað verður nýtt og gott gamalt á skránni, tá ið í ÍF Stuðlar skipa fyri jólakonsert í ítróttarhøllini á Kambsdali sunudagin.
Fløguaktuelli sangbólkurin Salt fer at syngja, songkvinnan Petsi Tvørfoss fer at spæla saman við føroyskum bólki, og MC Restorff fer at syngja nakrar sangir.
Hesi hava á hvør sín hátt gjørt vart við seg í føroyskum tónleikalívi ? onkur munandi longur enn annar ? men samansetingin ger, at tað skuldi verið eitt sindur til allar aldursbólkar.

MC leggur fyri
Fyrstur á pallinum verður MC Restorff, sum í fleiri ártíggjund hevur verið virkin í føroyskum gospeltónleiki. Sangirnir hjá MC ? bæði teir, sum hann hevur skrivað sjálvur, og teir, sum hann hevur týtt ? eru landskendir.
MC hevur eisini gjørt nakrar frálíkar endurinnspælingar av kendum sangum og sálmum til onkra av sínum útgávum.
Á konsertini á Kambsdali fer MC at sita einsamallur við klaveri. Hann fer at syngja nakrar jólasangir, og helst trívir hann eisini í onkran av sínum sangum.

Salt kryddar
Herfyri kom sangbólkurin Salt við sínari fyrstu útgávu. Hetta er fløga við a capella kórsangi og poppsangum, og tað verða sangir av hesi fløgu, sum bólkurin fer at syngja á Kambsdali sunnudagin.
Salt er mannað við sjey ungum fólkum úr Eysturoynni, sum í seks ár hava vant og sungið saman.

Petsi við góðum stuðli
Seinast á konsertini fer Petsi Tvørfoss at syngja. Føroyska songkvinnan, sum hevur búð í Danmark nógv tey seinnu árini, gjørdist kend, tá ið hon kom við í danska Grand Prixið. Har stóð hon seg væl, og síðani hava javnan boð verið eftir henni til tiltøk í Føroyum.
Petsi kann syngja nógvar ymiskar tónleikastílir, og hesaferð verða jólasangir og annað á skránni. Helst verður hon eisini noydd at tríva í Grand Prix-sangi, Mest Når Det Er Regn.
Afturat sær á pallinum hevur Petsi bólkin Showmenn, og tað er ein framúr góður og væl samanspældur bólkur, sum er mannaður við Kim Hansen, Jens Marna Hansen, Jóhannus á Rógvu Joensen og James Olsen.
Jólakonsertin í ítróttarhøllini á Kambsdali verður sunnukvøldið 5. desember kl. 20.00. Atgongumerki kunnu keypast í forsølu og fáast við dyrnar ein tíma áðrenn konsertina.