Ummæli:
Í gjákvøldið var ein undansýning, ella royndarsýning, av nýggju Suðuroyar Kabarettini, og í kvøld er so fyrsta sýning fyri útseldum sali.
Kabarettin er úrslit av, at stásiliga mentanarhúsið SALT á Drelnesi í heyst tók stig til at savna saman fólk í Suðuroynni, ið hava áuga fyri sjónleiki.
Felag er sett á stovn, og seinastu mánaðirnar hevur verið skrivað og vant, og úrslitið sæst nú. Ein sera stuttlig og vælspæld kabarett.
Roynd, og kanska mest óroynd, leikfólk eru á palli, og fleiri teirra eru so sannførandi og stuttlig, at ein kundi hildið, at tey høvdu ikki gjørt annað. Tað hevur veruliga eydnast at fáa sett saman eina sera stuttliga kabarett, har ein sum áskoðari ikki keðir seg eina einastu løtu, men hinvegin sleppur ein ikki undan at loyva látrinum framat, so tárini renna.
Og talan er als ikki um eina kabarett, ið er so lokal, at hon bert er fyri suðuroyingar, ella tey, ið eru lokalkend. Tey lokalu viðurskifti, ið verða tikin fram, eru øll av slíkum slag, at øll skilja, tí tey eru um landskend fólk, politikarar og onnur. Annað er meira alment stuttligt.
Sermerkt er, at summi koma á pall, og spæla sín egna persón. T.d. er eini leikarin eisini í gerandisdegnum borgarstjóri, og einu løtuna hevur hann henda leiklutin á pallinum. Eisini kemur Eyðun Nolsøe inn á pall í leiklutinum sum Eyðun. Hetta riggar væl.
Grillbúðin hjá Símun, sum tey flestu kenna frá internetinum, hevur savnandi leiklut. Og vælvalt er tað, at áskoðarin ongantíð sær hvør innanfyri er. Ein hoyrur bert røddina innanfyri diskin, og sær eina hond av og á. Soleiðis verður persóniga ímyndin av kendu grillbúðini varðveitt. Og grillbúðin er minst líka stuttlig á pallinum í SALT, sum tá ein annars hevur hoyrt hana.
Kendir persónar, borgarstjórar og politikarar sleppa sjálvsagt ikki undan, meðan onkur leiklutur er íspunnin, men tó umboðandi fyri fólk ella “typur”, ið øll kenna.
Tónleikararnir í Asylleks, ið annars eru kendir fyri harðan tónleik, koma sera væl frá uppgávuni sum húsorkestur. Og sjónleikararnir eru teir flestu so sannførandi, at ein gloymir, at her eru leikfólk á palli.
Leikstjóri á hesi fyrstu kabarettini hjá hesum leikbólkinum hevur verið gøtumaðurin Klæmint H. Isaksen, og má hann sigast at vera komin væl frá uppgávuni.
Suðuroyar Kabarettin er framúr og hóskar væl í góðu umstøðurnar, har hús, pallur, ljós og ljóð eru 1. floks. Tað er kabarettin eisini. Hon kann viðmælast.