Kemur ein framvið saltsiloini á Drelnesi, so er sjón fyri søgn: tað er komið væl áleiðis við arbeiðinum at byggja siloina um til altjóða mentanarhús.
Á facebook síðuni hjá bólkinum, ið arbeiðir við verkætlanini, fegnast tey um, at alt ikki longur snýr seg um stál og betong, men at arbeiðið við innihaldinum nú verður sett á breddan.
Facebook síðan kallast: SALT Sound Art & Live Theatre
Myndin omanfyri er tikin í gjár.