Seat Salsa er enn ein konseptbilur, men nógv bendir á at avloysarin fyri Seat Leon, ið kemur á marknaðin í 2004, kemur at síggja nakað soleiðis út. Bilurin verður bygdur yvir sama plattform sum teir komandi Audi A3 og VW Golf. Konseptbilurin hevur ein 2.8 litur V6 motor við 250 hk og Tiptronic automatiskum girkassa. Tá bilurin kemur á marknaðin sum Seat Leon, verður tað eisini við 1,4 litur, 1,6 litur og 2,0 litur motorum.










