Salong Madonna

Fýra frisørdamur úr Havnini fara komandi mánadag at lata upp eina nýggja salong í Havnini. Umframt at hava vanligu frisørtænastunar, verða eisini øðrvísið tilboð á skránni

Upplating
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo

Tær eita Mena Joensen, Annika Hvidtfeldt, Annika Udbø og Susi Jensen, og eru allar kendar hárfríðkanardamur í Havnini. Nú vilja tær royna seg við egnari salong, og tær lata upp mánadagin 6. september.
? Vit hava tosað um hetta nógvar ferðir fyrr, men tað er ongantíð blivið til nakað. Nú var møguleikin her, og so tóku vit av, sigur Annika Hvidtfeldt.
Tær fýra fara at arbeiða sjálvstøðugt við hvør sínum stóli í salongini.
? Vit eru allar ógvuliga ymiskar, so tú kanst faktiskt fáa allar stílir her. Annika Hvidtfeldt er rættiliga flipput í sínum klippistíli, meðan eg til dømis eri perfektionist, greiðir Mena frá.

Aðrar tænastur
Sum nakað nýtt fara tær at hava ymisk onnur tilboð í salongini eisini.

? Inga, sum er døgverðakokkur á Pizza 67, er eisini útbúgvin massør. Hon fer at vera her einar tveir dagar um vikuna, ella eftir tørvi, og geva massagu. Tær fyrstu fýra tíðirnar hjá henni eru longu bookaðar, tí vit fýra hava longu bílagt okkum hvør sína tíð, sigur Mena flennandi.
Einar tvær ferðir um vikuna fer ein myrk dama eisini at vera í salongini. Hon fer at seta hár uppí, flætta, gera rasta hár og so framvegis.
? Tað verður sum við massaguni, at tú kemur inn og bíleggur eina tíð. So koma tær eftir tørvi, sigur Mena.
Men tað, sum tey flestu munnu gleðast mest um at hoyra, er, at tær ætla sær at hava sera bíligar prísir.
? Vit fara ikki at vera ein discount salong, men ein salong við góðari tænastu, høgum støði og bíligari prísum. Og vit fara allar at hava somu prísir, hóast vit arbeiða sjálvstøðugt, greiðir Mena frá.
Men tær fýra á Salong Madonnu hava fleiri góð kort á hondini. Uppá longri sigt, hava tær góðar møguleikar at víðka um virksemið.
Millum annað hevur Annika Hvidtfeldt hevur verið í Danmark á kosmetikskúla og útbúgvið seg til at geva varandi sminku. Tá verða t.d. eygnabrýr og varrar málaðar við varandi liting.
Eisini duga báðar Annikur'nar og Mena at pierca, og sum frá líður ætlar tær sær møguliga at veita hesa tænastuna eisini.
Men í byrjanini verður denturin bert lagdur á vanliga hárfríðkan, massagu og uppísetan av hári.

Salong Madonna
Salongin er í miðbýnum, við síðuna av Keypsamtøkuni og yvirav Fótbúna, har handilin Events fyrr helt til.
? Vit sluppu inn í hølini fyri einum trimum vikum síðani, og vit hava allar arbeitt sum svakar, fyri at fáa alt klárt til tíðina. Bæði familja og vinfólk hava verið og hjálpt okkum, og uttan tey hevði tað nokk ikki gingið at latið upp nú mánadagin, sigur Annika Hvidtfeldt.
Mena leggur afturat, at tað hava verið nógvir langir dagar, har tær hava málað og manererað, fyri at fáa alt upp á pláss.
Men nú byrjar at líkjast. Hølini eru sera hugnalig, alt er málað við ráhvítum, og Mena leggur dent á, at soleiðis vildu tær eisini hava tað.
? Fólk skulu kenna seg væl, tá tey koma inn, og tí hava vit valt at innrætta salongina so hon minnir mest um eina stovu. Vit vildu ikki hava hetta sterila, salong-aktiga, sigur hon.
Fyri fyrst verða bert hølini í gøtuhæddini nýtt til salongina. Loftið er til tær fýra at hvíla seg í, og Ingu at massera í. Men kanska tær, sum frá líður, fara at víðka um tænasturnar, og fara at taka loftið upp í salongina eisini.
? Nú skulu vit fyrst lata upp, so fáa vit at síggja hvussu tað fer at verða. Vit hava tosað um nógv ting, sum man kundi gjørt, men teimum bíða vit við, sigur Mena at enda.
Salong Madonna letur sum sagt upp mánadagin, og tær siga, at tað verður við onkrum góðum upplatingartilboðum.