Higartil eru 28 fólk funnin deyð eftir flóðalduna, sum legði summar av Salomonoyggjunum undir. Avstralia og Ný Sæland hava sent ymsa neyðhjálp til Salomonoyggjarnar, men myndugleikarnir siga, at tørvurin er framvegis stórur. Millum annað er stórur tørvur á reinum vatni.
Tveir landspartar eru lýstir í undantaksstøðu. 28 fólk eru funnin deyð, men myndugleikarnir bera ótta fyri, at talið fer at veksa.
Reyði Krossur sigur, at vandi er fyri ymsum sjúkum millum tey umleið 5.400, sum mistu hús og heim í flóðalduni.