NSÍ boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 24 ára gamla Salmund Bech. Hann hevur vant við NSÍ í uppstartinum, men hevur eisini spælt venjingardystir fyri FC Suðuroy.
- Salmundur spældi ikki í 2019 vegna ein skaða, men er nú komin fyri seg aftur, og er klárur til eitt spennandi kappingarár. Salmundur hevur spælt 82 dystir í Betri deildini, umframt átta dystir í kappingini um løgmamssteypið, og hevur skorað í alt 20 mál. Salmundur var eisini partir av U21 landsliðnum í 2018. Nú kemur ungi og evnaríki vágbingurin at spæla við NSÍ, skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Nýggjur venjari hjá NSÍ er Glenn Ståhl. Hann var venjari hjá felagsliðnum TB/FCS/Royn í 2018. Tað var árið, tá Slamundur Bech spældi seg í hitan í U21-landsliðnum.
Tilgongdin telur spælarar sum Rógvi E. Nielsen (EB/Streymur) og Jákup Jakobsen (Skála). Teir hava spælt í eini trýmansverju saman við Jóhan Troest Davidsen. Karstin Hansen og Haraldur Højgaard eru komnir úr Skála og Alfred Sankoh er komin úr svenskum fótbólti.











