Salmonella staðfest í høsnarungavørum frá Miklagarði

Vørurnar vórðu seldar í Miklagarði millum 24. og 28. august. Heitt verður um fólk at beina fyri vørunum ella lata tær inn aftur.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar í dag frá, at kanningar hjá Fødevarestyrelsen hava staðfest salmonella enteriditis í høsnarungabringum, ið vórðu seldar í Føroyum.


Í Føroyum er vøran seld í Miklagarði sum fesk høsnarungabringa, høsnarungaterningar og høsnarungastrimlar, og eru vørurnar seldar í 400 gramm bakkum.


Vørurnar eru seldar millum 24. og 28. august og gingu út nakrar dagar seinni. Vørurnar er útgingnar, men Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar kortini um vørurnar, um so er, at onkur hevur fryst tær.


Heitt verður á borgarar, sum hava vørurnar í frystaranum, um at beina fyri teimum ella lata tær inn aftur har tær eru keyptar.


Heilsufrøðiliga Starvsstovan skrivar, at um kjøtið ikki verður gjøgnumstokt, ella krossdálking fer fram undir tilgerðini kann ein gerast sjúkur av salmonellabakteriuni. Sjúkueyðkenni fyri salmonellaeitran eru millum annað diarré, kválma, magapína, fepur og spýggja.


Tað er slaktarin í Miklagarði, ið hevur keypt vøruna úr Danmark og síðani umpakkað hana í Føroyum.