Salmonella og ecoli í norskum laksi

Matvørueftirlitið í Russlandi sigur seg hava funnið salmonella og e-coli smittu í laksi, sum er innfluttur úr Noregi, og eftirlitið hóttir nú við at steðga ølum fiskavøruinnflutninginum úr Noregi.

Í norsku alivinnuni taka tey ikki ta russisku hóttanina í serliga stórum álvara. Tey siga, at russar hótta javnan við innflutningssteðgi, men at tílík tiltøk raka vanliga bara ta fyritøkuna, sum tann smittaði laksurin er frá. Fyri norsku vinnuna sum heild hevur ein tílík hóttan lítlan týdning.

Russland er tað landið, sum keypir mest av norskum fiskavørum.