Seinastu árini hevur Turkaland verið væl umtókt ferðamál hjá norðurlendingum. Eisini føroyingar ferðast hagar í stórum tali á sumri.
Men nú verður ávarað um, at fleiri salmonellatilburðir plága turkisku frítíðarstøðini.
Sambært Steen Ethelberg, yvirgranskara á Statens Serum Institut í Danmark, stava tilburðirnir av salmonellu frá ymsum býum og gistingarhúsum fram við strondini í Turkalandi.
Tí er ilt at siga nakað um smittukelduna, sigur hann við tv2.
Tey smittaðu hava fingið tað slagið av salmonellu, sum nevnist Enteritidis, og tí eru sannlíkindi fyri, at tey eru smittað gjøgnum egg.
Bestu ráðini, vit kunnu geva fólki, er at ansa eftir við at eta egg í Turkalandi, sigur granskarin.
30 norðurlendsk børn vórðu innløgd í turkiska frítíðarbýnum Alanya. Granskarin veit ikki at siga, um børnini eru smittað við Salmonella Enteritidis.
Tey, ið verða smittað við salmonellu, fáa ringa búkilsku og leyst lív. Ofta fara tey at spýggja og fáa nógvan fepur. Hjá nógvum sæst eisini liða- og vøddapína og høvuðpína.
Vanliga gongur ein dagur ella tveir, frá tí tú ert smittaður, til tú verður sjúkur. Longri tíð kann tó eisini ganga.
Umráðandi er hjá tí smittaða at drekka nógv. Annars er skjótt, at tann sjúki fær vætutrot av at spýggja og av lívsýki.
(Mynd: Google Maps / TV2)