Salmond vil hava semingsmann til makrelmálið

Skotski forsætisráðharrin, Alex Salmond, tekur undir við uppskotinum hjá skotska fiskimálaráðharranum, Richard Lockhead, sum hevur skotið upp at biðja ein óheftan semingsmann royna semju í makreltrætuni millum ES og Noreg øðrumegin og Ísland og Føroyar hinumegin.

Undir einum orðaskifti í skotska tinginum fyrradagin segði Alex Salmond (myndin), at støðan í makrelmálinum er óheppin og kann elva til, at ov nógvur makrelur verður fiskaður. Hann segði, at tað er neyðugt at leggja á annan bógv í samráðingunum eftir drúgva og úrslitaleysa togan.

Hetlendski tinglimurin Tavish Scott var als ikki samdur við forsætisráðharranum. Hann segði, at handilstiltøk er tað einasta, sum kann fáa íslendingar og føroyingar at skilja álvaran í málinum. Hetlendski tinglimurin segði, at skotska heimastjórnin eigur at biðja ES seta tiltøk í verk heldur enn at dúva upp á fleiri samráðingar við íslendingar og føroyingar.