Salman Rushdie stungin í hálsin

Hann er fluttur á sjúkrahús, men enn er óvist, hvussu hann hevur tað

Sum vit skrivaðu í áðni varð gitni indiski rithøvundurin, Salman Rushdie varð álopin í Neyw York, tá ið hann skuldi halda fyrilestur. Men brádliga leyp ein maður upp á pallin og  leyp á hann. Fyrst var óvist, hvat hendi, men u sigur løgreglan, at hann varð stungin í hálsin. Ein maður, sum tosaði við hann, fekk eisini skaða í høvdið. Maðurin, sum leyp á hann er handikin og er í varðhaldi.

 

Hendingin fór fram í Chautauqua í statinum New York og Salman Rushdie varð skjótt førdur á sjúkrahús til viðgerðar, men enn er óvist, hvussu hann hevur tað.

 

Í áttatiárunum skrivaðu Rushdie bókina, Satans ørindi, og tað loypti øði í bólkar av muslimum. Khomeini, Ayatolla í Iran heitti á allar muslimar um at taka lívið av Rushdie fyri gudsspottan. Stjørnin í Iran hevur langt síðani tikið frástøðu frá boðunum, men bólkar av víðgongdum muslimum hava ikki gloymt Salman Rushdie og í 2012 hækkaði ein bólkur av muslimum virðislønina fyri at taka hann av døgum úr 28 milliónum krónum, upp í einar 33 milliónir krónur.