Salman Rushdie: Tíðindini eru ikki góð

Hann fekk álvarsligan skaða, tá ið hann varð álopin og stungin fleiri ferðir, hevur umboðsmaður hansara sagt við útlendskar miðlar

Sum vit skrivaðu í gjár, varð heimskendi rithøvundurin, Salman Rushdie álopin og stungin við knívi, tá ið hann skuldi halda ein fyrilestur í gjár.  Hetta var á Chautauqua, sum er ein kendur lærustovnur í vestara parti í statinum, New York í USA. Salman Rushdie varð stungin fleiri ferðir og varð mest raktur í hálsin og í búkin. Eygnavitni hava greitt frá, at hann varð stungin einar 10-20 ferðir og at alopsmaðurin sá út til at vera púra frá sær sjálvum. Rushdie varð alt fyri eitt fluttur á sjúkrahús og lagdur undir skurð.

 

Síðani hevur umboðsmaður hansara greitt miðlunun frá, at hann hevur álvarsligan skaða og at støðan er ikki góð. Hann er lagdur í respirator. Tað er stórur vandi fyri, at hann missur hann eyga og hann fær ikki tosa. Nervarnar í arminum eru skorðnar av og hann er stungin í livrina.

 

Gerningsmaðurin er ein 24 ára gamal maður og løgreglan roynir nú at fáa greiði á, hví hann leyp á Salman Rushdie, men í gjár mettu tey, at talan var um ein mann við víðgongdum sjónarmiðjum, og at hann var einsamallur um álopið. Hann hevði atgongumerki til fyrilesturin og fleiri staðni verður spurnartekin nú sett við trygdina og spurt verður, hvussu tað bar til, at hann var sloppin inn við knívi.

 

Seinast í áttatiárunum skrivaðu Rushdie bókina, Satans ørindi, og tað loypti slíka øði í bólkar av muslimum, at teir dømdu hann til deyða. Eitt nú heitti Khomeini, Ayatolla, á allar muslimar um at taka lívið av Rushdie fyri gudsspottan. Síðani tá hevur hann livað í loyndum Í USA í fleiri ár og hevur havt lívverjar. Stjórnin í Iran hevur síðani tikið frástøðu frá boðunum hjá Khomeini, men tað eru ikki øll, sum vilja góðtaka tað og í 2012 hækkaði ein bólkur av muslimum hækka virðislønina fyri at taka hann av døgum úr, upp í góðar 20 milliónir krónur, skrivar AP. 

 

Fleiri av teimum, sum hava týtt bókina, Satans ørindi, eru eisini álopin. Japanski týðarin var stungin til deyðis, og italski týðarin var eisini stungin. Norski týðarin var raktur av skotum, men teir báðir yvirlivdu.

 

Í 2007 var Salman Rushdie sligin til riddara í Onglandi og tað skapti slíka øsing í Iran og í Pakistan, at ein ráðharri kunngjørdi, at hetta rættvísgerð, at muslimar fremja sjálvmorðsatsóknir.

 

 

 

Les eisini: Salman Rushdie hevur livað við deyðshóttanum í fleiri ár