Í sambandi við útgávu av bókini »Føroysk Sálmaløg« við løgum eftir Knút Olsen til sálmar og týðingar eftir Petur J. Sigvardsen verður sangløta í Christianskirkjuni í kvøld klokkan 19.30.
Kórið í Christianskirkjuni fer at framføra tvey løg úr nýggja savninum.
Kórið fer eisini at seta sín dám á sangløtuna annars – nakrir felagssangir vera úr savninum, har kórið syngur saman við kirkjuliðnum. Kórið framførir eisini eitt lag sum præludium saman við Kára Bæk, sum fer at spæla Obo til lagið – og postludium saman við kirkjuliði og urguni.
Døtur Knúts, Jensina, Estrid og Anna Maria framføra eisini nøkur av nýggju løgunum.
Andras Sólstein og Heri Jacobsen koma at luttaka við hornblástri.
Knút Olsen og Petur J. Sigvardsen koma at greiða frá útgávuni, umframt at vit eisini fáa nøkur orð við á vegnum frá Hanus á Gørðum.
Kaffi verður aftaná í kirkjukjallaranum.
– Verið hjartaliga vælkomin, heilsa tey úr Christianskirkjuni.