Salli á Hellunum 95 ár

Sunnudagin 13. september verður Salomon Johannesen, vanliga kallaður Salli, í Fuglafirði 95 ár.

Salli er annars hellumaður. Foreldur hansara vóru Sigurbjørg, sum var ættað úr Íslandi og Magnus av Hellunum. Tey vóru fýra systkin.

Lívið hjá Salla hevur verið á sjónum. Hann fór til skips 15 ára gamal, og er ein av teimum færri og færri føroyingum, sum hevur upplivað deyðsiglara, t.v.s. skip uttan motor.

Í 1935 var Salli við Sigurfarinum í Grønlandi, og teir vóru í sama illveðrinum sum Blithsome, ið gekk burtur, og har manningin varð bjargað av Coraliu.

Salli hevur eisini siglt undir krígnum. Hann var við Forsøk, sum var ein av norsku bátunum, sum rýmdi undan norsku hersetingini. Men tíbetur vóru teir ikki út fyri nakrari ógvusligari hending.

Í 1958 fór Salli við Báruni hjá gøtumonnum við Meinhard Jensen, ættaður av Hellunum, búsitandi í Norðragøtu, sum skipara.

Har kom eg at kenna Salla. Hetta var mín fyrsti túrur til skips undir Ísland í sjálvdrátti. Vit gjørdust væl og hava verið tað til hendan dag. Salli var stak fittur at vera saman við. Hann var lættur av lyndi, og hann var góður við teir ungu. Slíkt verður ikki gloymt.

Seinni var Salli átta ár við Kongshavn, sum róði út við bátum undir Grønlandi. Hann var kokkur og kendur sum ein góður kokkur. Tað var ikki minst stuttligt hjá honum, tá skipað varð fyri samkomu fyri manningina á Kongshavn fyri nøkrum árum síðani.

Í 1967 var Salli við Marité tann tiltikna ringa heimtúrin. Salli hevur vissuliga upplivað eitt sindur av hvørjum á sjónum

Síni seinastu ár á sjónum sigldi Salli við farmaskipinum Svani hjá Skipafelagnum. Hann fylti 60 ár á Kappanum, og hann sigldi til hann var 62 ár. Tá hevði hann eisini verið nærum 50 ár á sjónum og hevði tænt sína vernaplikt fyri samfelagið.

Salli er ein fróðarmaður, sum dugur væl at greiða frá, sum tað sæst í fleiri frásøgnum hansara í FF-blaðnum. Hann hevur givið sítt íkast til søgu fiskimanna.

Tey, sum hava áhuga fyri hesum, kunnu fara inn á:

www.fiskimannafelag.fo

og síðan fara inn á pdf fílir av FF-blaðnum nr. 357 og 365.

Salli flutti fyri nøkrum árum síðan á Vesturstovu í Fuglafirði, har tey eisini hava havt nógva gleði av honum.

Nú eru sporini tó farin at tyngjast. Salli giftist ikki, men hann hevur góða ætt um seg.

Góði Salli, hjartaliga tillukku við tínum kempualdri. Tað hevur verið stuttligt at kenna teg.


ó.