Konubrotið á Sandi, 23 ára gamla Durita Holm, skiparin á seglbátinum ?Salku Valku? hevur sæð meira enn flestu kvinnur á hennara aldri. Hon hevur bjóðað teimum stóru høvunum av og hevur vunnið á Atlantshavi, Kyrrahavinum, Indiska havinum, Reyða havinum, Miðalhavinum og enntá Írska havinum. Akkurát nú er Salka Valka í Noregi, har Durita vitjar familjuna hjá manni hennara, sum hon fann á ferðini kring heimin, einastaðni í Karibiska Havinum. Dóttir teirra er eisini við. Hon lá í móðirlívi, meðan Durita sigldi um Kyrrahavið, fødd í New Zealandi og hevur siglt nógv longu.
? Eg rokni við, at Salka Valka kemur til Føroya um vikuskiftið. Sjálvandi velst um veður og vind, men nú ótolnast dóttirin eftir at enda ferðina, sigur Tórstein Holm, pápi Duritu, ið sjálvur er royndur langfari.
? Durita kom til oynna Skye í Skotlandi 5. juli og vit vóru og við egnum førum niðri og tóku í móti henni. Hon hevði havt eina góða ferð úr Gibraltar og kom fram seks dagar fyrr enn vit roknaðu við. Salka Valka hevði nógvan vind undan, sigur Tórstein Holm.
? Í dag er so ætlanin at loysa úr Noregi og vit rokna við, at Salka Valka kemur á Sand komandi vikuskiftið, gongur alt val, sigur hann.
Bein avstað aftur
Salka Valka liggur ikki leingi heima í Føroyum. Hon fer beinanvegin avstað aftur við nýggjari manning í Karibiska havið.
Nógv fólk hevur verið við Salku Valku á ferðini kring heimin. Durita er tann einasti, sum hevur verið við allan teinin. Ferðin hevur verið fíggjað á tann hátt, at fólk hava goldið fyri at verið við eina ávísan tein. Tey eru so farin í land og onnur eru komin umborð.
Salka Valka kemur ikki undir bólkin av skjóttgangandi seglbátum, hon er tung og trivalig og trygg at vera umborð.
Durita hevur nú verið burtur í trý ár. Hon fer nú á skúla í Noregi og hevur eisini ætlanir at skriva bók um ferðina. Og tilfar eigur hon til eina bók. Hon hevur langt einar 40.000 fjórðingar eftir seg og er sjálvskrivaður heiðurslimur í einum hvørjum undirhúsi í Føroyum, tá hon einaferð gerst gomul.Stóra ferðin kring heimin endar komandi vikuskifti, tá Salka Valka kemur til Sands, um veður og vindur er til vildarSalka Valka komin til Noregs