Forsetin í Jemen, Ali Abdullah Saleh, segði í dag, at hann fer at leggja frá sær í næstum. Boðini komu í tí almenna sjónvarpinum.
Jemenska andsøðukvinnan Tawakul Karman, sum fær ársins friðarheiðursløn saman við tveimum øðrum kvinnum, sigur, at hon tekur boðini frá forsetanum við stórum fyrivarni.
-Satt at siga trúgvi eg honum ikki, segði hon við sjónvarpið Al Jazeera seinnapartin.
Ógvuslig mótmæli hava verið ímóti jemenska forsetanum teir seinastu mánaðirnar, men higartil hevur hann sett hart ímóti hørðum.