Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, greiður frá í Vikuskiftis Sosialin í dag, hvussu hansara upplivingar við fólki, sum hava gjørt seg inn á børn, eru.
- Felags fyri so at siga allar persónar eg havi havt við at gjørt, sum hava gjørt seg inn á børn ella hava havt hug á børnum er, at teir hava somu vánaligu umbering. “Eg kundi ikki halda mær, hon dreiv meg til vanvid og lokkaði so illa”, greiður Eyðun Joensen frá.
Og tað er eitt hann hevur lært í sínum starvið sum sálarfrøðingur. At hesi fólkini, sum gera seg inn á børn so ella so – kvinnur og menn – kenna tað mangan sum, at barnið argaði og lokkaði so nógv, at tað var trupult at standa ímóti.
Vil tað so siga, at tú heldur vit øll kundu enda í tí støðu, at vit fáa seksuellan hug at einum barni/ungum fólki?
- Eg haldi ikki nakar okkara skal gera okkum so heilagan, at vit halda eingin støða kann íkoma, sum setur okkum eina slíka støðu. Tann stóri munurin er tó, at tey allar flestu drepa sínar tankar í føðingini, sigur Eyðun Joensen.
Les alla samrøðuna í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøturnar í kvøld.