Bókarøðin Millenium hjá svenska rithøvundanum Steig Larsson hevur verið mest umtalaða bókaverkið í Norðurlondum seinastu árini, og nú er sølan av bókunum eisini rættiliga farin á flog.
Norðurlendingar í stórum tali hava keypt tær tríggjar bøkurnar í røðini, men nú eru amerikumenn eisini farnir at keypa Larsson-bøkurnar.
Triðja bókin í røðini, Luftslottet som sprängdes, kann gerast tann fyrsta bókin, sum selir meira sum elektronisk bók enn sum pappírsbók.
- Hetta er eitt nýtt fyribrigdi, at tað er so stórur áhugi fyri einari e-bók, at sølan av e-bókini er størri enn sølan av pappírsbókini, sigur Eva Gedin, sum er stjóri á forlagnum, ið hevur rættindini til bøkurnar hjá Steig Larsson.
Dagens Industri skrivar, at eitt skifti var ein Stieg Larsson bók seld í USA hvørt sekund – ella ein hálv millión bøkur um vikuna. Samanlagt hevur trírøðini selt umleið 10 milliónir eintøk í USA.
Hollywood filmur
Allar tríggjar bøkurnar um journalistin Mikael Blomkvist og teldusníkin Lisbeth Salander eru gjørdar til film á svenskum máli, og hesir filmar hava verið sera væl umtóktir.
Nú skal Hollywood framleiða nýggja útgávu av fyrstu bókini í røðini, Män som hatar kvinnor, og tað fer neyvan at gera áhugan fyri skaldskapinum hjá Steig Larsson minni.
Bretski sjónleikarin Daniel Craig, sum eisini hevur verið í leiklutinum sum James Bond, skal spæla Mikael Blomkvist í Hollywood, og tann meira ókenda Rooney Mara skal spæla Lisbeth Salander.
Svenska útgávan av hesum filmi hevur fingið framúr góð ummæli í USA, og nógv fólk hava verið í biografum í USA og hugt eftir filminum.