Salah var enn einaferð hetjan

Toppskjúttin í Premier League kom enn einaferð á máltalvuna, tá Liverpool í dag vann á útivølli móti Crystal Palace

Liverpool hevur vunnið fyrsta dystin í Premier League í hesum umfarinum. Tað gjørdist greitt fyri løtu síðani, tá Liverpool vann útidystin móti Crystal Palace 1-2.

 

Tað var annars Crystal Palace, ið fekk tí betru byrjanina uppá dystin. Teir komu á odda longu tá 13 minuttir vóru leiktir, tá Luka Milivojevic umsetti brotsspark til mál og legði Crystal Palace á odda 1-0. 1-0 var eisini hálvleiksstøðan í dystinum.

 

Men í seinna hálvleiki eydnaðist tað Liverpool at venda dystinum. Sadio Mané javnaði til 1-1 longu tá fýra minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, og seks minuttir fyri leiklok, slerdi Premier League toppskjúttin, Mohamed Salah, enn einaferð til. Hann skoraði sigursmálið til 2-1.

 

Við sigrinum hevur Liverpool tryggjað sær týðandi fet mótvegis Champions League fótbólti komandi ár.

 

Crystal Palace – Liverpool 1-2 (1-0)

1-0 Luka Milivojevic (Brotsspark), 13.

1-1 Sadio Mané, 49.

1-2 Mohamed Salah, 84.