Salah var aftur hetjan hjá Liverpool

Við tveimum málum frá Mohamed Salah í seinna hálvleiki, eydnaðist tað Liverpool at venda hóttandi tapi á heimavølli móti Leicester

Fleiri dystir hava verið spældir í ensku Premier League í dag. Og eftir úrslitini er kappingin harðnað bæði í oddinum og í botninum. Millum annað vunnu Chelsea og Liverpool í dag sínar dystir, soleiðis at stórt trýst er á fleiri av hinum oddaliðunum, ið seinni skulu í dyst.

 

Eisini í botninum vann Swansea í dag kærkomnan sigur, tá teir við einum frálíkum endaspurti í útidystinum móti Watford, megnaðu at venda einum hóttandi 1-0 tapi til ein 2-1 sigur seinastu fimm minuttirnar av dystinum. Sostatt er venjaraeffektin hjá Swansea eydnast higartil, tí dysturin í dag var fyrsti dysturin hjá nýggja venjaranum, Carlos Carvalhal.

 

Á Anfield vendi Liverpool eisini hóttandi 1-0 tapi, tá toppskjúttin í felagnum, Mohamed Salah, í dag enn eina ferð var hetjan. Mohamed Salah skoraði nevniliga bæði málini hjá Liverpool í seinna hálvleiki, soleiðis at endaliga úrslitið av dystinum var 2-1 til Liverpool.

 

Av øðrum dystum sum vóru spældir í dag, vann Chelsea millum annað lættliga á heimavølli móti Stoke við 5-0, hóast at Antonio Conte spardi fleiri av lyklaleikarunum. Eisini vann Bournemouth 2-1 á heimavølli móti Everton.

 

Úrslitini í Premier League í dag:

Bournemouth – Everton 2-1

Chelsea – Stoke 5-0

Huddersfield – Burnley 0-0

Liverpool – Leicester 2-1

Newcastle – Brighton 0-0

Watford – Swansea 1-2