Salah skoraði metskjótt hattrik

Champions League: Mohamed Salah setti í gjár eitt nýtt met í kappingini

Mohamed Salah setti í gjár eitt nýtt met í Champions League, tá hann skoraði hattrik upp á seks minuttir og tólv sekund. Tað er skjótasta hattrikið, sum er skotið í søguni í Champions League.

 

Mohamed Salah, sum hevur havt eitt misjavnt kappingarár, byrjaði á bonkinum í 7-1 sigrinum á Rangers. Tá Liverpool var á odda 3-1 í seinna hálvleiki valdi Jurgen Klopp at gera fleiri útskiftingar. Ein var at seta Mohamed Salah inn fyri Darwin Nunez.

 

Løtu seinni skoraði Mohamed Salah til 4-1, fýra minuttir seinni skoraði hann til 5-1 og bara minutti seinni økti hann til 5-1. Eitt hattrik upp á seks minuttir og tólv sekund.

 

  1. Mohamed Salah, seks minuttir: Liverpool 7 - 1 Rangers FC (10/12/2022)
  2. Bafétimbi Gomis, átta minuttir: Lyon 7 - 1 Dinamo Zagreb (12/7/2011)
  3. Mike Newell, níggju minuttir: Blackburn 4 - 1 Rosenborg (12/6/1995)
  4. Raheem Sterling, 11 minuttir: Manchester City 5 - 1 Atalanta (10/22/2019)
  5. Cristiano Ronaldo, 11 minuttir: Real Madrid 8 - 0 Malmö (12/8/2015)
  6. Robert Lewandowski, 11 minuttir: Bayern Munich 7 - 1 Salzburg (3/8/2022)
  7. Robert Lewandowski, 12 minuttir: Bayern Munich 6 - 0 Crvena zvezda (11/26/2019)
  8. Luiz Adriano, 12 minuttir: Shakhtar Donetsk 7 - 0 BATE Borisov (10/21/2014)