Salah og Mané møtast í finaluni

AFCON: Tað verður Mohamed Salah og Egyptaland móti Sadio Mané og Senegal

Í ein mánað hevur afrikanska endaspælið verið í Kamerun. Nú er fara finalan eftir, sum verður millum tvær av størstu stjørnunum í Afrika, Mohamed Salah úr Egyptalandi móti Sadio Mané úr Senegal, sum báðir eru liðfelagir í Liverpool.

 

Sadio Mané og Senegal vunnu ein eitt sindur umstríddan dyst móti Burkina Faso. Serliga VAR kom til sín rætt, tí tvær ferðir blivu skeivar dømingar broyttar og tað hevur dómarin fingið rós fyri. Talan var í báðum førum um torførar dømingar at meta um.

 

Tað endaði við 3-1 sigri til Senegal, har Sadio Maná setti punktum tríggjar minuttir fyri tíð, eftir at Burkina Faso hevði minkað um munin stutt frammanundan.

 

Tað var eisin dramatikkur, tá Mohamed Salah og Egyptaland vunnu upp á brotssparkskapping móti vertstjóðini Kamerun í gjár. Eitt nú bleiv venjarin hjá Egyptalandi útvístur og sleppur ikki at vera til staðar til finaluna. Í brotssparkskappingini brendi Kamerun trý av teimum fýra fystu brotsspørkunum.

 

Finalan verður sunnudagin 6. feburar klokkan 19.