Liverpool er í løtuni á fyrsta plássi í Premier League, eftir at liðið í dag vann 4-0 á útivølli móti Bournemouth. Mohamed Salah skoraði hattrik í dystinum.
Fyrsti dysturin í 16. umfari í Premier League hevur verið í dag. Liverpool á vitjan hjá Bournemouth. Hóast heimaliðið liggur á sjeynda plássi og eltir toppliðini, so fingu teir einki gjørt við Mohamed Salah og Liverpool.
Liverpool kom á odda í fyrra hálvleiki, tá Mohamed Salah var fyrstur á ein retur. Sjónbandaupptøkurnar vísa, at Mohamed Salah var rangstaddur í støðuni, men tað bleiv ikki dømd.
Í seinna hálvleiki økti toppskjúttin frá farna kappingarári til 2-0, áðrenn Steve Cook gjørdi sjálvmál eftir innlegg úr vinstru. Mohamed Salah setti eisini punktum eitt lítið korter fyri tíð, tá hann skoraði sítt tíggjunda mál í Premier League í hesum kappingarárinum.
Manchester City kann seinni í dag endurvinna oddasessin í stórdystinum móti Chelsea.
Premier League 16.umfar:
AFC Bournemouth 0 - 4 Liverpool
Arsenal - Huddersfield Town
Burnley - Brighton & Hove Albion
Cardiff City - Southampton
Manchester United - Fulham
West Ham United - Crystal Palace
Chelsea FC - Manchester City
Leicester City - Tottenham Hotspur
Í morgin:
Newcastle United - Wolverhampton Wanderers
Mánakvøldið:
Everton - Watford
Støðan: (Livescore.com)
1
16
28
42
2
15
38
41
3
15
12
33
4
15
18
31
5
15
14
31
6
15
4
23
7
16
-1
23
8
15
-1
23
9
15
3
22
10
15
-2
21
11
15
-3
20
12
15
-3
19
13
15
-3
18
14
15
-8
13
15
15
-9
12
16
15
-16
11
17
15
-16
10
18
15
-16
9
19
15
-18
9
20
15
-21
9