Danski listamaðurin Svend Erik Saksun hevur í hesum døgum málingaframsýning við føroyskum motivum í Glæmuni í Kvívík. Leygardagin 5. og sunnudagin 6. mai hevur danski listamaðurin Svend Erik Saksun málingaframsýning við føroyskum motivum í Glæmuni í Kvívík.
Svend Erik er føddur í Keypmannahavn í 1944. Árini 1978-82 arbeiddi hann í Mjørkadali og búði í Kvívík. Hann fekk sær eisini føroyska eftirnavnið Saksun.
Hann hevur havt fleiri framsýningar ymsastaðni í Danmark.
Tá Svend Erik varð pensioneraður frá danska flogvápninum í 2004, flutti hann frá Karup til Kundby, har hann í dag hevur sítt egna atelier.
Sunnudagin 6. mai er framsýningin í Glæmuni opin frá kl. 16 til 21.