Her niðri millum fjøll og hamrar og niðast í langa Saksunardali er serstakliga vøkur náttúra.
Saksun er bara Saksun, og tá tú sært myndir ella málningar av tí, sum eyðkennir staðið, ert tú ongantíð í iva um, hvar í Føroyum tú ert.
Tað eru fólk kring um í Føroyum, sum ongantíð hava verið í Saksun, men øll kenna myndina av umhvørvinum.
Vit vita eisini um eldri fólk, sum ikki høvdu verið í Saksun, men sum høvdu eitt brennandi ynski um at síggja bygdina og sermerkta staðið.