Saksaspark og meiri VAR

Premier League: Nýggja árið byrjaði við einum saksasparki og enn meiri VAR

Tveir teir fyrstu dystirnir í 2020 og í 21. umfari hava verið í Premier League. Chelsea fekk bara javnleik á útivølli móti Brighton, eftir at hava verið á odda 1-0, men Aston Villa vann 2-1 á Burnley.

Chelsea hevði tamarhald á meginpartin av dystinum móti Brighton. Cesar Azpilicueta stútaði gestirnar úr London á odda. Síðani setti Chelsea seg á dystin við høgum trýsti og skjótum spæli, men tað endaði við javnleiki.

Brighton fekk fatur á dystinum seint í seinna hálvleiki og innskifti Alireza Jahanbakhsh saksasparkaði bóltin í málið til 1-1. Heilt móti dystarenda mundi Brighton farið avstað við øllum. Málið hjá Alireza Jahanbakhsh verður helst millum tey útvaldu til ársins mál.

##med2## 

Í Burnley vann Aston Villa 2-1, men aftur hesa ferð var ein umstrídd VAR-støða. Jack Grealish stútaði eitt innlegg í málið, men ein liðfelagi stóð ein lítlan hæl rangstaddur. Málið bleiv kolldømt og hevur aftur fingið atfinningarssamar røddir at vilja broytingar viðvíkjandi VAR.

Aston Villa vann tó dystin 2-1 við málum frá millum annað Jack Grealish.

Premier League 21. umfar:

Brighton – Chelsea 1-1

Burnley – Aston Villa 1-2

Newcastle – Leicester (15.00)

Southampton – Tottenham (15.00)

Watford – Wolverhampton (15.00)

Manchester City – Everton (17.30)

Norwich – Crystal Palace (17.30)

West Ham – Bournemouth (17.30)

Arsenal – Manchester United (20.00)

Í morgin:

Liverpool – Sheffield United (20.00)

1Liverpool19181047:1455
2Leicester20133443:1942
3Man City20132554:2341
4Chelsea21113736:2936
5Man Utd2087532:2331
6Tottenham2086636:2930
7Wolves2079429:2530
8Sheffield Utd2078523:1929
9Crystal Palace2076718:2227
10Everton2074923:3025
11Newcastle2074920:3025
12Arsenal2059626:3024
13Brighton2166925:2924
14Burnley21731124:3424
15Southampton20641024:3822
16Aston Villa21631227:3721
17Bournemouth20551020:2820
18West Ham19541021:3219
19Watford20371015:3316
20Norwich20341321:4013