Saksaberg í Træna

Heimasíðan hjá Vinnuni í Gøtu veit í dag at siga, at Saksaberg landar sild í Træna, sum liggur uttan fyri Bodø. Saksaberg hevur roynt eftir sild við nót í norskum sjógvi. Teir royndu á leiðini vestanfyri Lofoten.

Skipið gjørdi tvey kast, sum tilsamans góvu 480 tons.

Vinnan visti í dag at siga, at teir vóru byrjaði at landa Saksaberg.

- Sildin er 296 gram í miðal, og prísurin er góður, 4,41 norskar krónur fyri kilo. Hetta svarar til 4,25 í donskum krónum, sigur reiðaríið.

Vakra myndin er av Træna, har Saksaberg landar veiðina.