Einasta føroyska sildaskipið, sum roynir við nót, er á veg inn at landa Saksaberg, sum roynir við nót, er á veg til Fosnavåg í Noregi við umleið 550 tonsum av sild til matna.
Teir hava umleið 65 tons av sild, sum vigar 375 gam í meðal, og hini 495 tonsini viga í meðal 352 gram. Fyri ta smærru sildina fær Saksaberg 3,03 NOK fyri kilo og 3,33 NOK fyri ta størru.
Saksaberg hevur roynt millum 3 og 5 stig vestur og millum 69 og 70 norður hendan túrin.