Um miðnáttina loysti Saksaberg av Gøtu, har teir hava ligið í umleið ein mánaða. Øll tey føroysku nótaskipini hava ligið tann seinasta mánaðan, sildin hevur verið ov rak, tí hevur prísurin eisini verið so vánaligur, at øll tey føroysku nótaskipini heldur hava valt at liggja við kaj, meðan sildin hevur etið seg feita.
Vit hittu skiparan á Saksaberg, Virgar Fagraklett, beint áðrenn teir loystu um miðnáttarleitið, hann segði, at ætlanin var at fara á Sandoyarbankan at leita, tí okkurt ár hevur sild verið at fingið á Sandoyarbankanum um hesa tíðina.
Skiparin segði, at teir áttu um 3000 tons eftir at fiska av sildakvotuni, eisini segði Virgar, at hann roknaði við at prísurin fór at batna, sum summarið leið.
Manningin á Saksaberg telur 11 mans.