Saknurin eftir pápan

Passiónin rennur saman við tónleikinum hjá Elinborg Pálsdóttir í útgávu hennara Spor, skrivar Fríðálvur Jensen.

 

Fríðálvur Jensen hevur fylgt leiðini hjá Elinborg Pálsdóttir, síðani hann í 2013 skrivaði eg eina grein um hana og hennara inniliga ynski um at ganga tónleikaliga vegin, og hann sigur, at hon onkursvegna nemur ein tónleikaligan strong í hansara hugaheimi.

 

- Tað er ongin ivi um at saknurin eftir pápanum og tær støður hon er komin í, setur dagsskránna fyri nýggju útgávuna, hon legði fram um dagarnar. Eg minnist eina útsøgn hjá mammuni, Sædis, at hon onkursvegna sá hana taka meira til lesnaðin, men eg trúgvi júst upp á hetta, at hevur tú eitt inniligt ynski um at fara eftir tí, tú brennir fyri, so hevur hetta eina so berandi megi, ið ikki er so løtt at koma uttanum, skrivar Fríðálvur Jensen.

 

Elinborg er ein sera gávað genta, sum sera hegnisliga hevur fingið síni tónleikaligu evnir og passiónina at fara upp í eina hægri eind, metir tónleikaummælarin.

 

- Eg haldi eisini, at hon hevur hevur fingið røttu fólkini at sær, tí eg hoyri eisini her hetta sera stilla og dugnaliga, sum hevur fingið útgávuna upp á eitt sera trygt og gott støði.

 

Nýggja útgávan hjá Elinborg Pálsdóttir, ep'in Spor, inniheldur løgini “Dreymar”, “Tanki”, “Saknur” og “Stormar”,

- Hon hevur ivaleyst givið sær góða tíð at greiða úr hondum, tí tekstirnir geva einum tíð at steðga á og njóta. Aftur her hevur Elinborg lagt eitt gott avrik úr hondum og kann enn einaferð staðfesta, at tað veruliga riggar at seta sær mál og fáa hesi greidd. Eitt sera væl úr hondum greitt verk – FLOTT, skrivar Fríðálvur Jensen í ummæli sínum.