PÓLAND?FØROYAR
Leygarkvøldið løgdu føroysku landsliðsspælararnir rygg til eyðmýkjandi tap. Talan var um størsta landsliðstapið, síðani Jugoslavia 6. juni í 2001 vann 6?0 í Føroyum. Póland, sum fyri tveimum árum síðani akkurát kneykaðu 2?1 sigur ímóti Føroyum, skoraði seks mál, og føroyingarnir vóru sørir.
? Vit mugu bara staðfesta, at hetta á ongan hátt gekk, sum vit høvdu vónað, og vit høvdu heldur ikki roknað við, at tað skuldi vera so stórur munur. Spælbýtið kundi bent á polskan trý ella fýra mála sigur. Men teir høvdu stóra úrtøku, og dugdu væl at fáa nttu burturúr mistøkum, og tá ið teir í tveir minuttir stutt fyri hálvleik skoraðu trý mál, var tað bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin skuldi gerast.
Tað er Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjarin hjá Henrik Larsen, sum vit hava í telefonini. Hann staðfestir, at fyrstu fjøruti minuttirnar var munurin ikki so ógvuliga stórur.
? Vit vóru hampuliga væl við, hóast teir høvdu yvirvág. Okkara høvdu royndir ímóti málinum hjá teimum, og einki bendi á, at talan skuldi verða um stórt tap.
Men so var heilt galið:
? Eg haldi, at í ov nógvum førum vóru okkara spælarar ikki so væl fyri, sum teir hava verið aðrar ferðir, tá ið vit hava verið á venjingarlegum hesa ársins tíðina. Tá ið konditiónin ikki er nóg góð, sást tað aftur í ferðini, bóltførleikanum, yvirblikkinum og fatanini av spælinum, og tað hevur alt við sær, at mistøkini vera nógv og at tey raka meint. Um støðan framvegis fer at vera soleiðis, so er tað ein spurningur, um vit kunnu spæla landsdystir ímóti Pólandi og øðrum tjóðum, sum eru á teirra støði, staðfestir Jógvan Martin Olsen, sum veit, hvat hann tosar um. Hann hevur verið hjálparvenjari hjá landsliðnum síðani í 1996.
Pól og Jón Rói dyggiliga saknaðir
Føroyar hava síðstu árini havt væl skipaðan verjupart, sum hevur verið tryggi botnurin í liðnum. Hesa ferð var neyðugt at umskipa verjuna. Jón Rói Jacobsen, sum hevur verið álit, venur í Danmark fyri at koma fyri seg eftir at hava slitið krossbandið, og Pól Thorsteinsson hevur ligið við influensu mesta partin av tíðini, síðani føroyska ferðalagið kom niður á iberisku hálvoynna.
? Jón Rói og Pól eru bólttryggir og skjótir, samstundis sum teir duga væl at lesa spælið. Leygardagurin vísti, at vit eru meint raktir, tá ið teir ikki eru við. Men so skal eg leggja afturat, at Johan B. Hansen, sum fekk møguleikan á høgra vongverja, vísti seg at vera tann av okkara, sum var best fyri, og Óli Johannesen spældi sum um hann ikki ætlar sær at spæla av við landsliðssessin. Men tað ber trupulleikar við sær, tá ið fleiri útskiftingar verða gjørdar í verjuni, sigur Jógvan Martin Olsen.
Kiksarar
Tá ið pólverjar settu hol á í 9. minutti, var tað eftir føroysk kiks. Jens Martin Knudsen skuldi skjóta burtur eftir afturlegging, men bólturin fór eftir jørðini út til Pawe Kryszaowicz úrAmica Wronki. Hann sendi bóltin í tóma málið, og harvið hevði hann lagt grundarlagið undir størsta avrikið, sum hann nakrantíð hevur staðið fyri á pólverska landsliðnum. 29 ára gamli álopsspælarin skoraði tey trý korterini, sum hann var á vøllinum, fýra mál.
Eftir evarska lítlari løtu undan steðginum skoraði hann trý mál. Tað fyrsta fekk hann, eftir at føroyska liðið hevði mist á veg í álop, og verjan varð spæld heilt tunn. Í næsta førinum trillaði hann bóltin í tóma málið, eftir at ein av føroysku spælarunum hevði prikað bóltin framvið Jens Martini, og tað triðja stútaði hann mitt fyri málinum eftir hornasparksinnlegg.
Í 2. hálvleiki skiftu báðir partar nógv út, og spurningurin var bara, hvussu stórur pólverski sigurin skuldi gerast. Tveir av verjukendu spælarunum komu á málskjúttaralistan. Tá ið teir skoraði til 5?0, tóktist tað sum um, at teir gjørdu fríspark ímóti føroysku verjuni, men tað helt spanski dómarin ikki. Tríggjar minuttir undan leikloki staðfestu teir tennissigurin eftir sera hugflogsríkt uppspæl, har teir eftir tríggjar ferðir at spæla eitt tvey gjørdust púra blankir.