Vagnur Michelsen
Hvønn sunnudag í nógv Harrans ár millum klokkan 13.40 og 14.00 hevur Janus Mohr ríkað okkum lurtarar við frálíkari sending við føroyskum sangum. Ein av tryggu hornasteinunum í vikuskránni hjá Útvarpi Føroya.
Men 1. apríl tagnaði serliga røddin úr Hoyvík, maðurin er farin frá fyri aldur.
Sendingin Føroyskir sangir sunnudag var serlig, sjálvt um hon ikki var longri enn tjúgu minuttir. Janus hevði altíð innleiðandi viðmerkingar um náttúruna, serligar dagar í vikuni, stevnurnar, føðingardagar hjá føroyskum skaldum og ymiskt annað, hann nú kundi finna uppá í sendingini.
Dýrabærir skattir eru goymdir í Sortudýki. Skattirnir eru teir hundraðtals føroysku sangirnir Útvarp Føroya hevur ognað sær, síðani tað sendi fyrstu ferð í 1956.
Janus Mohr og onnur hava ferðast kring landið og tikið upp føroysku sangirnar, tað veri seg einræddaðir sangir ella kórsangir av ymiskum slag. Rúgvismikla tilfarið er størsti og tyngsti hornasteinurin í Útvarpi Føroya.
Sendingin Føroyskir sangir, sum Janus Mohr meistarliga legði til rættis, hevði rætta plássið í skránni. Sunnudagur og fólk flest høvdu frí. Summi høvdu etið døgurða og onnur vóru við at setast til borðs.
Føroysku sangirnir og røddin hjá Janusi fingu tankarnar at sveima, tí hvør sangur, Janus valdi til sendingina, hevði altíð ávísan boðskap. Tú mestsum steðgaði upp og tók samanum hesa løtuna.
Janus Mohr, takk fyri frálíkar sendingar við føroyskum sangum. Útvarp Føroya er nú eina frálíka sending fátækari.










