Ása Olsen
Ætlaði ikki at leggja meg út í kjakið um støðuna á eldraøkinum, men av tí at eg saman við øðrum var við til at gera eldraálitið, ið varð handað landsstýrismanninum í almannamálum í 2002, haldi eg tó, at eg skal gera nakrar viðmerkingar.
Táverandi landsstýriskvinna í Almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, setti ein bólk við hesum málsetningi:
1. Hvussu tryggja vit umsorgan og røkt av gomlum, og hvussu skal ábyrgdin býtast
millum landsmyndugleikar og kommunalar myndugleikar?
2. Hvussu skipa vit ellis- og røktarheimsøkið?
3. Hvussu skipa vit sambýlis- og vistarheimsøkið?
4. Hvussu skipa vit okkum viðvíkjandi bygging av eldraíbúðum?
5. Hvussu skipa vit dagtilhald o.a fyri eldri?
Miðast skal eftir, at uppgávu-, heimildar- og ábyrgdarbýti fylgjast, tá ið avgerð skal
takast um, hjá hvørjum uppgávan skal liggja. Tað er av stórum týdningi, at
arbeiðsbólkurin metir um, hvussu vit forða fyri dupultumsiting og øðrum dupultum
ella fleirfaldaðum fyriskipanum.
Tað, sum breið semja tykist vera um, er at virka verður fyri, at avstandur millum
borgara og myndugleika er so stuttur sum møguligt, at borgarin kennir seg
viðurkendan sum tann, ið best veit um egnan tørv, at borgarin veit um tey rættindi,
sum hann hevur.
Miðað verður eftir, at tilmælið verður handað landsstýrismanninum áðrenn 1. februar
ár 2001.
Í nevndina vóru eftir ynski frá landsstýriskvinnuni vald:
1. Karla Einarson, Landsfelag pensjónistanna.
2. Tordur Niclasen, Ráðið fyri Røktar- og ellisheimsleiðarar.
3. Jacob Vestergaard/Mia Petersen, Føroya Kommunufelag.
4. Jákup H. Foldbo, Heimarøktin & Serforsorgin.
5. Ida Sørensen, Heimarøktin og Serforsorgin.
6. Ása Olsen, Heilsujálparafelag Føroya
7. Eyðun Jensen, Kommunusamskipan Føroya
8. Kristjan Árnason, Almanna- og Heilsumálastýrið
9. Hilmar Høgenni, Løgmansskrivstovan
Arbeiðsbólkurin hevði sín fyrsta fund 24. oktober 2000.
Nevndin gjørdi eitt sera umfatandi arbeiði, har táverandi støða á eldraøkinum varð gjørd upp, somuleiðis vóru framrokningar gjørdar fyri at fáa greiðu á framtíðar tørvi á eldraøkinum.
Táverandi støða vísti, at bráfangistørvur var á 122 røktarheimsplássum, 119 plássum fyri minnistveik, og 75 sambýlisplássum. Nakað av hesum tørvi varð nøktaður við at 3 sambýlir vóru liðug í Eysturoy, eitt í Klaksvík, Eysturoyar Røktar- og ellisheim varð útbygt við 24 búplássum, heim fyri minnisveik opnaði í Eysturoy, Tjarnagarður varð liðugur og sambýlið Vallalíð fyri minnisveik varð liðugt.
Framrokningar vístu, at bráfangistørvurin 2009 kom at vera á 325 røktarheimsplássum, 166 plássum fyri minnisveik, og 201 sambýlisplássum. Tá hugt verður eftir, hvar størsti tørvurin var í 2002 og hvar størsti tørvurin er í dag er greitt, at hann er í Suðurstreymoy. Um vit hyggja eftir, hvar flestu búpláss innan eldraøkið eru útvegaði í mun til íbúgvaratalið, síðan eldraálitið varð handað, er tað ikki í Suðustreymoy, men Eysturoy og Streymnes.
Framrokningar fyri 2015 vísa, at bráfangis tørvurin verður á 388 røktarheimsplássum, 177 plássum fyri minnisveik og 254 sambýlisplássum.
Hesar framrokningar halda rættiliga væl, um vit skulu fara eftir tí, ið hevur verið ført fram hesa seinastu tíðina.
Høvuðsendamálið við eldraálitinum var helst at gera ein leist, fyri at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita. Fyri at tryggja góðskuna á røktini á eldraøkinum, skuldi ein rammulóg gerast, ið tryggjaði hesi viðurskiftir. Tað, ið skuldi liggja eftir hjá almenna myndugleikanum var ein faklig eftirlits- og ráðgevingaruppgáva.
Ein ynskti somuleiðis at samskipa heimarøkt og røktarheimsrakstur.
Tíverri var skift út í Landstýrinum, tá ið eldraálitið varð liðugt, og hevur lítið og onki verið at hoyrt til hetta álitið síðan.
Nú ágangurin á nýggju landsstýriskvinnuna í Almannamálum hevur verið rættiliga stórur hesa seinastu tíðina, har hon hevur fingið til uppgávu, at finna eina loysn her og nú á økinum, vísir hetta bert, hvussu vit aftur og aftur seta bólkar niður fyri at gera uppskot og tilmælir uttan at fylgja teimum.
Um eldraálitið varð brúkt sum tað skuldi, hevði politiski myndugleikin beinanvegin tá tikið stig til, at leggja langtíðarætlanir, bæði fyri bygging av stovnsplássum, og útbygging av verandi tænastum sum t. d. úbygging av Heimatænastuni, so hevði ein ikki verið komin í hesa støðuna.
Alt eg kann minnast hevur verið tosað um at seta í verk døgnrøkt, og tí er tað sera gleðilig at frætta, at komið er har til, at søkt verður eftir fólki til hetta arbeiði. Tó er tað spell, um hetta merkir, at aðrar tænastur skulu skerjast.
Størsti tørvurin á búplássum er í Suðurstreymoy, og var hann eisini størstur, tá ið hesar framrokningar vóru gjørdar, so at rokna við at nýggja landstýriskvinnan í Almannamálum skal loysa trupulleikan uppá nakrar fáar dagar, er at seta órímilig krøv.
Her eiga allir, bæði lands og býráðspolitikarar at taka í egnan barm. Um ikki nakað munagott hendir og seriøsar framtíðarætlanir blíva lagdar, stendur støðan bert við og versnar. Sum áður nevnt, eru tølini fyri 2015 enn verri enn fyri 2009, so her skal veruliga politiskur vilji til fyri at loysa støðuna.
Tórshavn hin 26, apríl 2009