Hondbóltur: Liðformaðurin hjá Stjørnuni, Una Olsen, kundi eftir dystin taka ímóti enn einum steypi, tá hon fekk føroyameistarasteypið handað uppi á pallinum, ið bleiv riggaður til í skundi. Frammanundan hevur hon eisini tikið ímóti steypinum í Coca-Cola kappingini, so hetta hevur verið eitt gott kappingarár hjá Stjørnuni:
– Sjálvandi hevur hetta kappingarárið verið betri hjá okkum, enn tað í fjør, men eg vil allíkavæl siga, at tað var spell, at tað skrædnaði so tíðliga í ár. Tjaldur er eitt gott lið og hevur givið okkum ein skarpan gang, men tað hevði verið stuttligari, um eini tvey lið aftrat bjóðaðu av, sigur hon.
Um henda síðsta dystin helt hon, at tekniskir feilir frá Stjørnuni gjørdu, at tað gjørdist ríkiliga spennandi.
– Eg vil siga, at tað var ótrúliga deiligt, at vit ikki gjørdu tað meira spennandi, enn tað bleiv, tí hetta var alt ov spennandi. Vit gjørdu nógvar tekniskar feilir og fingu eitt sindur av gummiørmum, meðan tær komu nærri og nærri, samstundis sum vit bara ikki fingu mál. Men tíbetur kom hol á, og so kundu vit koyra tað heim, sigur Una Olsen.