Fyri 25 árum síðani misti klaksvíkingurin Jógvan Ósa konu sína, Terju. Hon doyði brádliga, og eftir stóð Jógvan við fýra børnum, har tann yngsti sonurin einans var 10 ár. Yngsti sonurin bað pápa sín geva eitt lyfta um, at grøvin hjá mammuni skuldi vera tann vakrasta í kirkjugarðinum - tí mamman var tann vakrasta, sum har lá.
Nú 25 ár seinni hugsar Jógvan framvegis um konuna. Hvørja ferð ein still løta er í gerandisdegnum, hugsar Jógvan um Terju. Hann saknar hana enn, og vitjar javnan grøv hennara, sum hann roynir at halda viðlíka.
Á Rás2 í morgun tosaði Jógvan Ósa um konuna Terju, og saknin eftir henni.
Hoyr samrøðuna her.